Greining - línuskip   10-11-2015

Ráðgevaraparturin hjá Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki, hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir - við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Viðheft er ein greining av línuflotanum fyri tíðarskeiðið frá 2010 til 2014 saman við einum grafi, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2014. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2014. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2014 sæst, at avmarkað gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nøkur línuskip, sum hava rímiligt gjaldføri frá rakstrinum.

Línuskipini hava árini 2010 til 2013 í meðal havt undirskot, meðan úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur. Fíggjarinntøkurnar stava frá, at onkur línuskip hava fingið eftirgivið skuld.

Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2014, og okkurt av línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl. Fyrstu 9 mánaðirnir í 2015 hevur avreiðingarvirðið roynst heldur frægari enn sama tíðarskeið í 2014.

Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.

Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.

Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum. Hetta hevði eisini – sum víst á omanfyri – havt stóran týdning fyri víðari virkingina av fiski á landi.

Sí viðheftu greining av línuskipunum omanfyri 110 tons.


NUMO fiskivinnunýskipan  12-05-2014

Grundað á innsavnan av roknskapartølum fyri føroyska veiðiflotan síðan 1996 og viðgerð av teimum, sammetingar við viðurskiftini í øðrum londum – serliga Ísland – og búskaparligar teoriir umframt royndirnar við endurskipanini av alivinnuni hevur ráðgevingarparturin hjá Numo gjørt uppskot til eina fiskivinnunýskipan.

Grundleggjandi meginreglurnar fyri fiskivinnunýskipanina eru:

  • Stabilitetur
  • Sterkur brúksrættur
  • Mest møgulig virðisøking og menning í Føroyum
  • Stovnsrøkt
  • Umhvørvisatlit

Millum tilráðingarnar eru:

  • Kvotur skulu vera frítt umsetiligar.
  • Sterkur brúksrættur knýttur at kvotum.
  • Allur fiskur virkast á føroyskum skipum og virkjum.
  • Allir eigararnir av føroyskum fiskiførum skulu vera heimahoyrandi í Føroyum.
  • At skipa soleiðis fyri at skipini kunnu útvega sær veiðimøguleikar alla staðir, har føroyskir myndugleikar hava ræði á fiskirættindum – eitt opið føroyskt hav.
  • Fiskivinnan og tað almenna í felag leggja fiskivinnugransking tilrættis.
  • Loyvisgjald verður lagt soleiðis tilrættis, at
    • tað fremur effektivitet,
    • goldið verður so hvørt – eitt samtíðarloyvisgjald, tað loyvir kapitaldannilsi í vinnuni
    • tað tekur hædd fyri, at fiskivinnan er merkt av stórum sveiggjum
    • tað loyvir vinnuni at fremja endur- og nýíløgur,
    • tað økir køkuna og ikki minkar hana.
  • At bera skjótt at.

SÍGGJ UPPSKOT TIL EINA FISKIVINNUNÝSKIPAN HER



Mjólkabóndur  13-03-2014

Numo hevur gjørt greining av almennu roknskapunumm fyri árini 2008-2012 hjá mjólkabóndum, ið lata mjólk til MBM, og sum møguligt hevur verið at fingið fatur á.

Greiningin er ætlað at geva mjólkabóndunum, lánistovnum og myndugleikum høvi til sjálvi at gera sínar niðurstøður ella geva høvi til víðari útgreiningar fyri at hava eitt búskaparligt grundarlag, tá avgerðir verða tiknar.

Greiningin vísir í høvuðsheitum:

  • Í miðal hava ársúrslitini verið positiv øll árini frá 2008 til 2012 - tó undantikið 2009.
  • Inntøkurnar eru smáar og marginirnar smalar.
  • Hetta er ein vinna, har stórur partur av fyritøkunum ikki eru førar fyri at gjalda eina rímuliga løn.
  • Nakrir einstakir av mjólkabóndunum hava tó klárað at hildið úrslitið javnt gott í tíðarskeiðnum 2008 til 2012.
  • Tøl benda á eina nógv vaksna útreiðslu til fóður, og kann ein loysn vera velting upp úr nýggjum av meira stráfóðri.
  • Bert trý fjós lúka framtíðarkrøvini til djóravælferð.
  • Mælt verður til at umhugsa at avtaka mjólkakvotuskipanina og kanna, hvørt onnur skipan enn mjólkakvotur kundi elvt til framhaldandi strukturtilpassing í vinnuni.
  • Ábendingar eru um, at 2013 fer at roynast frægari enn 2012.

SÍGGJ GREININGINA HER

Greining av fiskiflotanum   21-01-2014

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur greinað fiskiflotan omanfyri 110 tons og 400 HK.

Partar av flotanum høvdu góð úrslit í 2012 og eru væl fyri fíggjarliga, meðan aðrir partar av flotanum mugu fáa betraðar karmar, skulu nógv av skipunum kunna halda fram við fiskiskapinum, hetta hevur verið støðan í fleiri ár á rað nú.

Tað slepst ikki undan sveiggjum í veiðu og prísum, tí er framvegis neyðugt, at nógv tann størsti parturin av flotanum konsoliderar seg meira.

Tølini benda á – sum vera man – at tað er týdningarmikið at ansa verður eftir at halda stovnarnar á einum burðardyggum støði, men harumframt eisini at skipini hava stórt ræði á sínum fiskirættindum, og at hesi rættindini eru soleiðis háttaði, at skipini kunnu leggja sín fiskiskap tilrættis, sum hóvar teimum best. Herundir eisini frítt at kunna keypa og selja fiskirættindi, fyri at hesi kunnu passa til veiðikapacitetin.

Verður hugt at samlaða úrslitinum fyri allan veiðiflotan, so hevur verið avlop í trý ár á rað, og hevði tí verið møguligt at skipa karmarnar soleiðis, at eisini teir einstøku skipabólkarnir kláraðu seg. Trýst her fyri at heinta greiningina.

Fiskivinnuting 2013   08-11-2013

Helst stilla nógv sær sjálvum spurningin í hesum tíðum: “Hvussu fáa vit fiskivinnuna sum heild meira lønandi í framtíðini?” Eitt er í hvussu so er givið, og tað er, at okkara framtíðar vælferð er m.a. tengd at munandi betring av kørmunum fyri fiskivinnuna.

Í sambandi við fiskivinnutingið hevði NUMO eina framløgu um virðisøking í fiskivinnuni. Ein samandráttur av framløguni er at finna í viðhefta skjali.

Greining - rækjutrolarar    23-09-2013

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan.

Rækjuskipini hava í nógv ár havt ein tungan rakstur, men hevur gongdin seinastu árini tó gingið rætta vegin. Í 2010 var eitt lítið yvirskot, meðan úrslitini fyri 2011 og 2012 vóru munandi betur. Støðan hjá rækjutrolarunum er batnað, men at reiðaríini framvegis hava tørv á at konsolidera seg.

 

Viðheft er ein greining av rækjutrolararunum fyri tíðarskeiðið frá 2008 til 2012. Eisini er viðheftur ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá 1996 og fram til 2012. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2012. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2003 og 2005 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við.

Sí viðheftu greining.

 

Greining – lemmatrolarar    13-09-2013

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir - við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

At støðan er álvarsom hjá nógvum lemmatrolarum hevur verið galdandi leingi. Lemmatrolararnir hava í fimm ár uppí slag í miðal havt undirskot. Veiðan pr. skip og miðalprísur hava ligið á nøkurlunda sama støði í 2009, 2010 og 2012. Í 2008 var veiðan pr. skip munandi lægri enn hini árini, meðan veiðan pr. skip í 2011 lá munandi hægri, men har miðalprísurin var nógv lægri enn hini árini. Vend má koma í, skal hesum partinum av flotanum vera lív lagað.

Trolararnir hava síðani 2010 verið undir fiskidagaskipanini á innaru og ytru leiðunum og sleppa harumframt at fiska uppá felags makrelkvotu. Tað má okkurt munandi til fyri at betra um karmarnar hjá hesum skipabólki.

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum í nógv ár hevur gjørt greiningar av úrslitunum hjá ymsu skipabólkunum, staðfestur, at støðan hjá lemmatrolarum og heimaflotanum sum heild er stak vánalig.

Viðheft er ein greining av lemmatrolarunum fyri tíðarskeiðið frá 2008 til 2012. Eisini er viðheftur ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2012. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2012. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2008 og 2009 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nakrir lemmatrolarar, sum hava positivt gjaldføri frá rakstrinum.
Frá 1996 til 2012 er veðskuld + bankaskuld pr skip meir enn tvífaldað, meðan EBITDA er minkað niður í nærum einki. Hetta er ein støða, sum ikki er haldbar í longdini.

Sí viðheftu greining.


 

Greining – línuskip    06-09-2013

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir - við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

At støðan er hættislig hjá nógvum av línuskipunum hevur leingi verið alment kent. Undanfarnu greiningarnar gjørdar av roknskapunum hjá skipunum í bólkinum undir einum vísa, at hall hevur eyðmerkt hesa vinnuna seinastu nógvu árini, samstundis sum flotin alsamt er minkaður. Hóast flestu línuskipini hava íslandskvotu, so sýnist ongin greiður samanhangur at vera millum úrslit og íslandskvotuna, tó at tað er kunnugt, at hesar kvotur vanliga geva eitt munandi íkast til raksturin. Tað er greitt, at okkurt munagott skal til fyri at betra um karmarnar hjá hesum skipabólki.

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum í nógv ár hevur gjørt greiningar av úrslitunum hjá ymsu skipabólkunum, staðfestur, at støðan hjá línuskipum og heimaflotanum sum heild er stak vánalig.

Viðheft er ein greining av línuflotanum fyri tíðarskeiðið frá 2008 til 2012. Eisini er viðheftur ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2012. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2012. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2012 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nøkur línuskip, sum hava positivt gjaldføri frá rakstrinum.

Sí viðheftu greining.


Tíðindaskriv

 

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki, letur deild upp í Vági.

Tilknýtið og góða undirtøkan í Suðuroynni er grundarlagið undir nýggju deildini.

Nýggja deildin vil veita grannskoðara- og ráðgevingartænastu nærri kundunum í Suðuroynni.  Hjá NUMO hava starvsfólkini drúgvar royndir frá grannskoðan av størri og smærri virkjum. Vit hava nú fingið rætta bulin í virkinum, sum tryggjar tænastur og skipanir á altjóða støði.

Umframt generella vitan um føroyska vinnu hava vit savnað føroyska servitan innan fiskivinnu, alivinnu, oljuvinnu, peningastovnar, kommunur, børsskrásett virkir, skatt, keyp og sølu av virkjum v.m.

Vit hava samstarv við PWC í Íslandi. PWC er størsta altjóða grannskoðarafyritøka, og gjøgnum hetta samstarv kunnu vit bjóða allar grannskoðaratænastur bæði her og úti í heimi.

Við nýggju deildini í Suðuroy meta vit okkum vera uppaftur betur før fyri at møta ynskjum hjá verandi og nýggjum kundum.

Á NUMO verða 10 starvsfólk knýtt at virkinum. Av hesum eru 5 góðkendir grannskoðarar, harav tveir eru løggildir.

Umframt deildina í Vági hevur NUMO deildir í Klaksvík og Tórshavn.

Nýggja deildin í Vági heldur til á Vágsvegi 48.

  

 

Tíðindaskriv

Eigararnir í grannskoðanarvirkjunum Numero og A&M eru samdir um at leggja saman. Hetta verður gjørt við, at eigararnir í Numero keypa helvtina av A&M Sp/f. Í hesum sambandi broytir A&M navn til NUMO, løggilt grannskoðanarvirki. NUMO er stytting av orðinum Numero, sum er latínska orðið fyri "tal".

Við hesi samanlegging vilja vit bjóða okkum fram á fleiri økjum innan grannskoðara- og ráðgevingartænastu. Vit savna fólk, ið áður hava luttikið í fakligu menningini á størri grannskoðaravirkjum og onnur, ið hava drúgvar royndir frá grannskoðan av størri og smærri virkjum. Harumframt vilja vit vera við til at varðveita og styrkja kappingina í føroysku grannskoðaravinnuni.

Við avmarkaðum føroyskum starvsfólkatilfeingi, ræður um at finna røttu samansetingina av fólki. Vit meina, at vit nú hava fingið rætta bulin í virkinum, sum tryggjar tænastur og skipanir á altjóða støði.

Umframt generella vitan um føroyska vinnu fáa vit við broytingini savnað føroyska servitan innan fiskivinnu, peningastovnar, børsskrásett virkir, skatt, keyp og sølu av virkjum v.m. Harumframt kunnu vit gjøgnum samstarv við PWC Ísland fáa hjálp frá PWC, sum er størsta altjóða grannskoðarafyritøka, og við hesum samstarvi kunnu vit veita allar grannskoðaratænastur bæði her og úti í heimi. Við hesum meta vit okkum vera uppaftur betur før fyri at møta ynskjum hjá verandi og nýggjum kundum.

Á Numo verða 7 starvsfólk knýtt at virkinum. Av hesum eru 5 góðkendir grannskoðarar, harav tveir eru løggildir.

Deildirnar hjá NUMO vera framhaldandi á sama bústaði í Klaksvík og Tórshavn, umframt at samstarvið í Suðuroy verður óbroytt.

Stjórar í NUMO eru Símun Absalonsen og Bjarni Arnason. Hinir eigararnir eru Heini Mortensen, nevndarformaður og Victor Nielsen nevndarlimur. 

 

Sjálvuppgávan 2013

Freistin at lata sjálvuppgávuna fyri 2013 inn hjá persónum er 1. mai 2014 og hjá feløgum 1. juli 2014.

Tørvar tygum hjálp við hesum hjálpa vit fegin. Ring ella send ein t-post til okkum. 

 

Felagskapitalur

Kravdur felagskapitalur er minkaður úr kr. 125.000 niður í kr. 80.000 1. januar 2012.

Nýggj Vinnufelagslóg kom í gildi 1. januar 2012, og kemur hon í staðin fyri verandi smáparta- og partafelagslóggávur. Í hesum sambandi er kravið til felagskapital minkað niður aftur á kr. 80.000 í mun til kr. 125.000.

Meira at lesa um hetta á logir.fo

 

 

 

Samband

Sp/f NUMO,             
góðkent grannskoðanarvirki 
numo@numo.fo |www.numo.fo

Klaksvík
Vágstún 2
Postsmoga 144
710 Klaksvík
Tel. 20 13 13

Tórshavn
Postsmoga 1165 
undir Bryggjubakka 13 
FO-110 Tórshavn 
Tel. 20 13 13 

Starvsfólk

 

Tænastur

Vit veita tænastur innan m.a.:
  • Grannskoðan
  • Roknskap
  • Bókhald
  • Skattur, MVG
  • Sjálvuppgávur
  • Keyp og søla av fyritøkum
  • Ráðgeving
  • v.m.
Les meira

Frágreiðing um gjøgnumskygni