Ráðgeving

Felag okkara NUMO veitir ráðgeving innan skatt, roknskap og fíggjarstýring, innan fiskivinnuna og generelt innan vinnulig viðurskiftir.

Skattur, mvg og avgjøld
Skattaplanlegging og skattafráboðanir eru vorðin meira umfatandi og fløkjaslig fyri virkir. Samstundis sum hetta hevur alt størri týdning fyri fíggjarstøðuna og umdømið hjá virkinum. Skattalóggávan verður javnan broytt, og setur hetta trýst á føroysku fyritøkurnar.

NUMO bjóðar loysnir, sum taka støði í tínum skattligu avbjóðingum og skapa virði á botnlinjuni, og soleiðis at hesar stuðla tínum málum fyri fyritøkuna

Roknskaparhjálp og hjálp til fíggjarstýring
Vit kunnu hjálpa tær við at fáa rætta innihaldið í rapporteringina, so at tú kanst savna teg um at menna fyritøkuna.

Við eini operationellari tilgongd kunnu vit hjálpa tær við at betra rutinurnar í fíggjarstýringini. Vit kunnu eisini vera við til at betra góðskuna av rapporteringini sum avgerðargrundarlag.

Rakstrarætlanir
Tann afturvendandi uppgávan at leggja rakstrarætlanir er ein tilgongd, sum krevur fokus á planlegging, útinnan og uppfylging. At fáa neyvt innlit í virksemi, kapitalviðurskifti og gjaldføri krevur miðvíst arbeiði. Eftir eina tilgongd í sambandi við gerð av rakstarætlan, eru tað fleiri viðurskifti, sum ofta verða mett um:

  • Skal arbeiðstilgongdin gerast øðrvísi?
  • Er rakstrarætlanarmodellið ov komplekst?
  • Er tað nóg neyvur samanhangur millum modellið og tey faktisku viðurskiftini?

Vit kunnu ráðgeva tær í sambandi við at gera rakstrarætlanir.

Fiskivinna
Viðurskifti innan fiskivinnuna, sum kunna metast at vera av grundleggjandi týdningi fyri vinnuna og samfelagið sum heild og eru frammi í kjakinum, eru:

  • At fiskivinnan er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg.
  • At fiskivinnan hevur góðar og stabilar karmar.
  • At mest møguligt av virðisskapanini liggur eftir í Føroyum.
  • At søla og marknaðarføring er á føroyskum hondum.
  • At tað er frítt hjá kapitali og arbeiðsmegi at flyta yvir í mest produktiva partin av fiskivinnuni.
  • At kvotur og fiskidagar eru frítt umsetilig.
  • At sterkur brúksrættur er knýttur at fiskidøgum og kvotum.
  • At ongar avmarkingar eru um virking umborð ella á landi.
  • At bæði tað almenna og vinnan reka granskingarvirksemi innan økið.
  • At í útgangsstøði verður allur fiskur virkaður umborð á føroyskum skipum ella á føroyskum virkjum.
  • At tað almenna og vinnan samstarva um at tryggja góðskuna á feskum fiski landaður í Føroyum.
  • At fiskivinnan ikki fær stuðul, og møgulig gjøld á fiskivinnuna eru effektivitetsfremjandi og ikki kappingaravlagandi hvørki í Føroyum ella í mun til onnur lond.

NUMO hevur serligan førleika at veita ráðgeving innan fiskivinnuna.

Keyp og søla av fyritøkum

Valið av tí rætta ráðgevaranum er avgerðandi fyri um søla ella keyp av fyritøku skal eydnast væl. Vit hava drúgvar royndir við ráðgeving innan keyp og sølu av fyritøkum, fyrireiking av sølu, ættarliðsskifti, virðisásetingar v.m.

Vit veita óhefta ráðgeving innan keyp og sølu av fyritøkum og samanseting av lánifígging.


Generel ráðgeving
Ráðgevingin kann vera bæði rættað móti tí einstøku fyritøkuni ella móti teimum myndugleikum, sum hava við fyritøkuna ella vinnugreinina at gera.

Tá tað snýr seg um myndugleikar, kann ráðgevingin vera um komandi lóggávu og reglur á økinum, og er tá spurningurin ofta, um at veita vinnuni góðar og stabilar karmar, samstundis sum mest møguligt avkast verður til samfelagið sum heild av vinnuliga virkseminum.

Vit kunnu veita ráðgeving rættað móti einstøku fyritøkuni innan organisatión, strategiska planlegging, vakstrarstrategi og fígging.

 

 

Samband

Sp/f NUMO,             
góðkent grannskoðanarvirki 
numo@numo.fo |www.numo.fo

Klaksvík
Vágstún 2
Postsmoga 144
710 Klaksvík
Tel. 20 13 13

Tórshavn
Postsmoga 1165 
undir Bryggjubakka 13 
FO-110 Tórshavn 
Tel. 20 13 13 

Starvsfólk

 

Tænastur

Vit veita tænastur innan m.a.:
  • Grannskoðan
  • Roknskap
  • Bókhald
  • Skattur, MVG
  • Sjálvuppgávur
  • Keyp og søla av fyritøkum
  • Ráðgeving
  • v.m.
Les meira

Frágreiðing um gjøgnumskygni