Tíðindi

Árs- og skattaroknskapir sum XBRL-fílur

Skráseting Føroya og TAKS hava boðað frá, at frá 1. januar 2017 skulu ársroknskapir og skattaroknskapir latast inn sum sonevndar XBRL-fílur. Umframt hetta skulu roknskapirnir eisini latast inn í PDF-sniði.

Fyri at kunna lata inn eina XBRL-fílu er neyðugt, at tær fíggjarligu uplýsingarnar verða settar upp eftir einum føstum leisti, gjørdur við eini serligari telduskipan.

NUMO hevur eina sera framkomna telduskipan, ið dagliga verður víðariment, og sum eisini kann gera tær sonevndu XBRL-fílurnar.

Um tær tørvar hjálp, ella hevur spurningar viðvíkjandi XBRL-roknskapunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 

Nebula - Íverksetanarráðstevnan


Aftur í ár luttekur NUMO við bási á árligu Nebula íverksetanarráðstevnuna. Hesuferð er NUMO eisini høvuðssponsor á degnum, sum bjóðar íverksetarum íblástur, ráðgeving og netverk til leiðina frá hugskoti til veruleika.

NUMO følir seg heima á íverksetanarráðstevnuni, av tí at løggilda grannskoðanarvirkið eisini er nýliga startað íverksetarafyritøka.

"Vit hava arbeitt nógv við íverksetarum sum júst eru farnir í holt við nýtt virksemi, og hava vegna okkara egnu royndir eitt serstakt innlit í júst tær avbjóðingar sum íverksetarar standa yvir fyri. Tí halda vit, at tað hevur stóran týdning at luttaka á íverksetanarráðstevnuni og vera við til at stimbra tað føroyska umhvørvið," sigur Bjarni Arnason, stjóri á NUMO.

Umframt básarnar á degnum hevur Nebula eina røð av innsløgum á pallinum. Ólavur Ellefsen, stovnari av Simprentis, fortelur um leiðina frá start til exit. Eisini koma Oddur Friang Rasmussen og Pól Andrias Larsen at saman fortelja um sínar royndir við at gerast íverksetarar meðan teir eru lesandi, sum hevur við sær unikkar avbjóðingar og møguleikar.

Øll eru vælkomin á degnum, sum verður hildin í Reinsarínum klokkan 13 nú leygardagin tann 15. august. Tiltakið er ókeypis, og tilmelding er á heimasíðuni nebula.fo ella við dyrnar.

Hølir til leigu

Hølið er í miðbýnum í Havn og er 230 fermetrar til støddar í trimum hæddum.

Eru nýtímansgjørd í 2006. Vælegnað til tænastuvinnu, handil, skrivstovu og avgreiðslu.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna Arnason, ba@numo.fo, tel: 55 13 00



 

Góða gongdin hjá NUMO heldur fram

 

NUMO løggilt grannskoðanarvirki Sp/f sá dagsins ljós í 2013 sum úrslit av eini samanlegging av Sp/f A&M og Sp/f Numero. Við hesi samanlegging vóru tað framhaldandi trý løggild grannskoðanarvirki at velja í millum.

 

 

 

NUMO hevur megnað at fóta sær í eini siðbundari vinnu. Við tað, at m.a. landsins myndugleikar við Keypsportalinum, hava sett sær fyri at fáa meira fyri minni, er nakað av kapping eisini komin í grannskoðaravinnuna. Fyri at standa seg enn betur í øktu kappingini hevur NUMO sett Jørmann Petersen, løggildan grannskoðara í starv tann 1. apríl 2015. Jørmann, sum er ættaður úr Sandavági, er útbúgvin statsaut. revisor í Danmark, umframt at hann hevur føroyska løggilding.

Í dag hevur NUMO fimm góðkendar grannskoðarar, herav tríggir eru løggildir.

NUMO hevur umframt generella vitan um føroyska vinnu í dag savnað føroyska servitan innan peningastovnar, fiskivinnu, alment virksemi, børsskrásett virkir, skatt, keyp og sølu av virkjum v.m.

NUMO hevur, sum einasta føroyska grannskoðanarvirkið, staðið fult góðskueftirlit, ið varð framt av eftirlitsfólki frá danska Erhvervs- og Selskabsstyrelsen. NUMO lýkur sostatt treytirnar fyri at útinna dygga grannskoðan á altjóða støði.

Við at velja NUMO fær kundin tænastur á altjóða støði til kappingarførar prísir.

 

Grannskoðaraeftirlit

Í galdandi grannskoðaralóg er ásett, at øll góðkend grannskoðaravirki í landinum skulu hava óheft góðskueftirlit. Hetta er ásett, fyri at Føroyar skulu liva upp til altjóða krøv á grannskoðaraøkinum. Fyrstu eftirlitini vórðu framd í Føroyum í 2011 av donskum eftirlitsfólkum. Talan var tá um sonevnd tænastueftirlit. Við tíðini er ætlanin, at øll góðkend grannskoðaravirki skulu hava fult eftirlit.

Í Føroyum eru í dag umleið 10 góðkend grannskoðaravirki, herav 3 løggild og 7 skrásett.

Í september 2014 fekk NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, sum fyrsta og higartil einasta løggilda grannskoðaravirki í landinum fult vanligt eftirlit.

Eftirlitið gav ikki orsøk til uppfylgjandi eftirlit. Hetta eru vit frá NUMO sjálvandi væl nøgd við.

Næsta vanliga eftirlit verður í seinasta lagi í 2017.

 

Steypafinalan

 

Steypafinalan hjá dreingjum 10 ár var í millum H71 b og Team Klaksvík. Finaluna vann Team Klaksvík. Vit frá NUMO ynskja bæði H71 b og Team Klaksvík til lukku við ávikavist 2. plássi og 1. plássi. 

  

NUMO løggilt grannskoðanarvirki, letur deild upp í Vági

 

NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, letur deild upp í Vági. Tilknýtið og góða undirtøkan í Suðuroynni er grundarlagið undir nýggju deildini. Les meira  

  

NUMO løggilt grannskoðanarvirki – Numero og A&M leggja saman

Grannskoðanarvirkini Numero í Klaksvík og A&M í Tórshavn leggja saman. Nýggja navnið er NUMO løggilt grannskoðanarvirki, við skrivstovum í Klaksvík og í Vágsbotni í Tórshavn. Les meira  

Sjálvuppgávan 2013

Sjálvuppgávan fyri persónar og feløg skal latast inn ávikavist tann 1. mai og 1. juli 2014. Les meira

 

Felagskapitalur

Kravdur felagskapitalur er minkaður úr kr. 125.000 niður í kr. 80.000 1. januar 2012.  Les meira

 

 

Samband

NUMO             
Løggilt grannskoðanarvirki Sp/f 
numo@numo.fo |www.numo.fo

Klaksvík
Vágstún 2
Postsmoga 144
710 Klaksvík
Tel. 20 13 13

Tórshavn
Postsmoga 1165 
undir Bryggjubakka 13 
FO-110 Tórshavn 
Tel. 20 13 13 

Starvsfólk

 

Tænastur

Vit veita tænastur innan m.a.:
  • Grannskoðan
  • Roknskap
  • Bókhald
  • Skattur, MVG
  • Sjálvuppgávur
  • Keyp og søla av fyritøkum
  • Ráðgeving
  • v.m.
Les meira

Frágreiðing um gjøgnumskygni